3. Grand Prix umfar í borðtennis

3. Grand Prix umfar í borðtennis var um vikuskiftið. Her gjørdist TBF stóri vinnarin, og tey vunnu heili sjey bólkar.

BORÐTENNIS

Um vikuskiftið bleiv 3. umfar í Grand Prix kappingini í borðtennis avgreitt í ítróttarhøllini í Trongisvági. Á leið 90 leikarar tóku lut í kappingini úr fimm ymiskum feløgum. Leikarar úr TBF vunnu heili sjey bólkar, meðan Tór vann fimm og Royn tveir.
Í bólki A vann Petur Niclasen úr Tór fyri triðju ferð í ár, men hann fekk sera harða mótstøðu frá Jákupi Hansen og Halli Thorsteinsyni úr ávíkavist Streymi og Tór. Allir tríggir endaðu við seks stigum, men Petur hevði besta settmunin, og gjørdist tískil enn einaferð vinnari av A bólkinum.
Í bólki B gjørdi Susie Midjord úr TBF bart. Hon vann fimm av seks dystum, og eisini hesin bólkurin mátti avgerast við settmuni. Pætur Albinus úr Tór og Sjúrður Ferjá úr TBF gjørdist nr. 2 og 3, ájavnir við Susie í stigum.
Bólk C vann Jónhard Ferjá, sum leikar fyri TBF. Hetta, sjálvt um hann tapti ein av sínum dystum. Jónhard fekk 10 stig, meðan Anna Thomasen úr TBF og Levi Winther úr Tór fingu 8 stig á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Annars kunnu vit leggja til merkis, at Tóki Thorsteinsson úr Havn hevur vunnið tríggjar av trimum møguligum kappingum í ár, hóast hann bert hevur leikt borðtennis í knapt eitt ár. Har afturat hava Dánjal Petur Nielsen úr Tór, Jógvan Johansen úr Tór, Eyðun Ellendersen úr Royn og Ólavur Fjørdal úr TBF vunnið tveir bólkar av trimum møguligum í ár.
Næsta kapping, ið BTSF skipar fyri, er FM fyri lið, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági 14. januar kl. 13.00.

Bólkavinnarar gjørdist:

A Petur Niclasen, Tór
B Susie Midjord, TBF
C Jónhard Ferjá, TBF
D Heini Mortensen, TBF
E Tóki Thorsteinsson, Tór
F Danjal Petur Nielsen, Tór
G Eirikur Mørkere, TBF
H Andrias á Roykheggi, Tór
I Eyðun Ellendersen, Royn
J Jógvan Johansen, Tór
K Charlotta Bech, TBF
L Ólavur Fjørdal, TBF
M Rekekka Petersen, TBF
N Allan Muller, Royn


Støðan í Grand Prix kappingini eftir 3. umfar:

Smápinkur
1. Anna MikkjalsdótturTBF310 stig
2. Durita JensenTBF192 stig
3. Sofía Maria FerjáTBF180 stig

Smápiltar
1. Bjørgvin SveinbjørnsonRoyn152 stig
2. Petur MullerTBF142 stig
3. Jónas WentslauTBF122 stig

Pinkur
1. Lív ØsterTBF176 stig
2. Eva WilhelmTBF170 stig
3. Sára OlsenTBF160 stig

Piltar
1. Eyðfinnur JensenRoyn240 stig
2. Hans Jón JacobsenTBF180 stig
3. Eyðun EllendersenRoyn152stig

Smágentur
1. Rakul MikkjalsdótturTBF710 stig
2. Birita MortensenTBF360 stig
3. Marin Sofía BrattalíðTBF310 stig

Smádreingir
1. Jákup ThomasenTBF750 stig
2. Jónhard FerjáTBF680 stig
3. Páll Heri NolsøeTBF640 stig

Gentur
1. Susie MidjordTBF760 stig
2. Sheila StrømTBF740 stig
3. Joan ThomasenTBF590 stig

Dreingir
1. Rói AgnarssonTór900 stig
1. Hallur ThorsteinssonTór900 stig
3. Fróði JensenTBF820 stig

Kvinnuunglingar
1. Marin í DaliTBF760 stig
2. Heidi OlsenTór330 stig
3. Mariann MikkjalsdótturTBF300 Stig

Mansunglingar
1. Sigurð CarlssonTór850 stig
2. Pætur AlbinusTór840 stig
3. Sjúrður FerjáTBF750 stig

Kvinnur
1. Elin ØsterTBF560 stig
2. Petra MullerTBF460 stig
3. Anna ThomasenTBF340 stig

Meistaradeildin
1. Petur NiclasenTór1000 stig
2. Ragnar EgilssonTór900 stig
3. Jákup HansenStreymur870 stig