3. flokkur í Sørvágs Skúla lagt sjónband á Youtube

Sangurin eitur "Føroyar eru heimsins besta stað".

Mikukvøldið var Gamli Skúli í Sørvági, fullur av spentum børnum, foreldrum, ommun og abbun, tá bjóðað varð inn til frumframførslu, av nýggja sjónbandalagnum, sum 3. flokkur ÃíSørvágs Skúla hevur verið við til at gjørt. Nógv var gjørt burturúr. Børnini ótu nátturða saman áðrenn og aftaná bleiv bjóðað til kaffi og kakur.


Verkætlanin hjá hesum børnum byrjaði við at Niclas Heri Jákupsson, sum eigur eina dóttur í hesum flokki, gjørdi ein sang til hesi børn. Sangurin eitur "Føroyar eru heimsins besta stað".


Í summar skipaðu lærarar hjá flokkinum fyri einari útferð til Klaksvíkar, har børnini fóru í upptøkuhølini hjá Erik Biskopstø at spæla og syngja sangin inn. Hetta var ein stór uppliving fyri børnini.


Og fyri góðum tveimum vikum síðani, var útferð gjørd til Tindhólm, har livandi myndir blivnar tiknar av børnunum, sum spældu og sungu. Hetta var ein sera hugnaligur dagur, sum børn pg foreldur nutu saman í fagrasta veðri.


Eystein í Løðu, sum er formaður í foreldraráðunum, segði nøkur orð undan frumframførsluni. Hann segði millum annað, hvussu góð og mennandi hendan verkætlan hevur verið fyri børnini og teirra foreldur. Umframt at tað hevur verið stuttligt og hugnaligt, so hevur tað eisini styrkt samanhaldið og styrkt teirra samleika - og ment samstarvsevnini hjá børnunum. Eystein helt eisini, at hendan jaliga verkætlan, helst var við til at minka um vandan fyri klandri, ónøgdsemi og happing.


Eftir frumframførsluna vóru øll samd um, at avrikið hjá børnunum var fram úr gott og øll vóru sera nøgd við úrslitið. Hósmorgunin, til morgunsangin, bleiv sjónbandalagið spælt fyri øllum børnunum í Sørvágs Skúla og gleðin var stór.


Lagið kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=i0eKfopr1z4