Íslendska byggivirkið, TG-Verk, hevði nógv lægsta tilboðið upp á arbeiðið at umbyggja røntgendeildina á Landssjúkrahúsinum Tað var greitt, tá ið tilboðini vórðu latin upp seinnapartin í gjár.
TG-verk bjóðaði sær til at gera arbeiðið fyri smáar 11,4 milliónir krónur. Trý tilboð komu inn og næstlægsta tilboðið hevur J&K Petersen, sum vildi hava útvið 14,9 milliónir krónur fyri arbeiðið og hægsta tilboðið hevði MT-Højgaard, sum kundi gera tað fyri 17,4 milliónir krónur.
Landsverk fer nú at kanna uppskotini, áðrenn endalig avgerð verður tikin