Síðani Norðoyatunnilin læt upp í 2006 er ferðslan nógv økt.
Í 2007, sum var fyrsta heila árið, at ferðsla var í tunlinum, var talið av akførum 662.228, ella 1.814 akfør um dagin.
Men í 2019 koyrdu 1.308.519 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin, sum svarar til 3.585 bilar um dagin.
Ferðslan í 2019 var sostatt næstan tvær ferðir størri enn í 2007.
##med2##