Seinasta samdøgrið eru skrásettir 2992 nýggir tilburðir við koronu í Danmark, vísa dagsins hagtøl frá Statens Serums Institut (SSI).
Talið av innløgdum er hækkað við tveimum til 726, sum er tað hægsta undir koronufarsóttini í Danmark.
Positivu royndirnar eru skrásettir millum 119.081 kanningar. Tað gevur eitt positprosent upp á 2,51 prosent, sum er tað hægsa síðani 22 desember, tá prosentparturin lá millum 1,82 og 1,95.
Harumframt eru skrásett 714 koronutilburðir millum 36.828 snarroyndir tiknar av fýra privatum fyritøkum fyri statin. Tey tølini telja ikki við í uppgerðini hjá SSI.
Tað er ógreitt, hvussu nógvir tilburðir ganga aftur millum almennu og privatu snarkanningarnar í Danmark– altso hvussu nógv eru kannað í báðum støðum. Tí ber ikki til at leggja bæði smittutølini saman.
Talið av nýggjum koronuandlátum er í dag tað triðhægsta undir farsóttini í Danamrk. Talið av fólkum á intensivum deildum hækkað til 98.
Men talan er um nátúrligan vøkstur, sum var væntaður.
Tað sigur Torben Mogensen, sum er formaður í Lungnafelagnum í Danmark og fyrrverandi varastjóri á Hvidovre Hospital.
– Tað er ein nátúrlig gongd. Andlát koma eitt sinduur seinni eftir, at tú ert smittaður. So hækkingin í smittaðum sæst fyrst, síðani talið av innløgdum á intensiv – og at enda talið av deyðum.
– So tað var – tíverri – tað vit høvdu vænta, sigur hann.
Torben Magnussen hevur merkt sær, at gongdin hevur javnað seg, og kanska kann vera á veg niðuraftur komandi dagarnar.
– Gongdin er, sum vit høvdu væntað, men enn er stórt trýst á sjúkrahúsini. Tað, vit nú síggja, er at tað fer at vera ein vøkstur á intensivdeildunum, men at smittan fer at fella, sigur hann.
Ein lækking í tali av smittaðum kann tó bert henda, um danir hava hildi koronutilmælini á jólum, sigur hann.
– Tað er greitt, at øll eru spent um, hvat fer at henda á jhólum, og um smittan fer at veksa, tí vit hava verið saman á jólum, og fólk ikki hava hildið reglarnar og avmarkingar, sum eru.
– So nógv sita – haldi eg – einum lítlum steini í búkinum og bíða eftir, hvat fer at henda á jólum. Tí annars høvdu vit hildið, at talið fór at lækka nú.
Samnært Torben Mogensen fer ein møguleig smittuspjaðing á j´lum at síggjast í tølunu kring nýggjár.
/ritzau/