Fyrsta ferðsluvanlukka í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi á Varmakeldueiði í Eysturoy tann 2. september í 1928, tá Clement Weihe, vanliga nevndur Kemme, doyði.
Síðani tá eru 289 onnur fólk deyð – ella tilsamans 290 fólk. Tað svarar til fólkatalið í bygdum sum Froða, Hvalvík ella Kaldbak, Rituvík ella Streymnesi.
Ferðslutrygd skrivar í sambandi við minningardagin í morgin, at eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni, harav tvey ár við ongari deyðsvanlukku, var ein deyðsvanlukka á føroysku vegunum í 2021.
Í desember doyði ein 12 ára gomul genta í syrgiligari vanlukku á landsvegnum við Norðskála. Einhvør deyðsvanlukka í ferðsluni er vanlukkulig. Serliga ringt er tað, tá børn eru partur av vanlukkuni.
Tað var Ingi Gunnarsson í Hoyvík, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku veguønum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.