Á Jersey telja tey veruliga niður, og eru spent uppá at taka ímóti mongu oyggjaleika-íðkarunum. Heili 2.600 ítróttarfólk og 1.000 venjarar, leiðarar og hjálparfólk fara at taka lut á oyggjaleikunum á Jersey, sum verða 27. juni til 3. juli.
Tað fer eisini at síggjast aftur á flogvøllinum á Jersey. Jersey Evening News skrivar, at talan verður um heili 29 flogfør við oyggjaleika-luttakarum.
4. juli, tá íðkararnir ferðast heimaftur, verður talan um ein rokdag á flogvøllinum á Jersey. Við oyggjaleika-ferðafólkum og vanligum ferðafólkum, sum fara á summarferð verður samanlagt talan um 7.000 ferðafólk, sum skulu gjøgnum flogvøllin á Jersey. Sambært Jersey Evening News, so verður hetta tað størsta talið av ferðafólki á flogvøllinum á Jersey í heili 14 ár.
Flogvallar-samskiparin, Alan Donald undirstrikar tó, at tey á flogvøllinum á Jersey verða væl fyrireikaði til tann størsta arbeiðsdagin í 14 ár.
Føroysku ferðaløgini, sum skulu til oyggjaleikirnar fara við leiguflogførum hjá Atlantic Airways í morgin.
Tó eru ikki allar oyggjarnar í góðari tíð til setanina, sum verður leygarkvøldið klokkan 19. Sambært Jersey Evening News, so lendir ferðalagið úr Gotlandi bara hálvanannan tíma áðrenn setanina.