28 spælarar til vetrarvenjing

Millum teir, sum hava fingið boð um at møta til vetrarvenjing, eru fleiri, ið enn ikki hava spælt við A-landsliðnum

 

 

Fyri at føroysku landsliðsspælararnir í fótbólti skulu vera so væl fyri, sum tað á nakran hátt ber til, verður í vetur skipað fyri vetrarvenjingum.

 

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, sum standa á odda fyri manslandsliðnum, hava nú givið boð til í alt 28 spælarar, sum teir vilja síggja til venjing í vetur. Vert er at leggja til merkis, at landsliðsskiparin og –veteranurin, Fróði Benjaminsen, telist millum spælararnar, hóast hann enn ikki hevur tikið endaliga støðu til sína fótbóltsframtíð.

 

Í aðrar mátar er talan um fleiri spælarar, sum enn eiga fyrsta A-landsdystin til góðar, men sum kanska kunnu rokna við, at teir so ella so verða partur av fótbóltslandsliðnum í 2014.

 

Teir, ið eru bidnir um at koma til vetrarvenjingarnar, eru:

Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy og Tórður Thomsen úr B36

Fróði Benjaminsen, Jóhan T. Davidsen, Christian Mouritsen, Teitur Gestson, Hans Jørgensen, Heini Vatnsdal og Kristin Mouritsen úr HB

Rói Danielsen, Símun Rógvi Hansen og Jobin Drangastein úr AB

Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen og Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi

Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen úr Víkingi

Dánjal á Lakjuni úr ÍF

Páll Klettskarð og Álvur Christiansenur

Kristian Joensen, Poul J. Justinussen, Karl Løkin, Einar Tróndargjógv og Klæmint Olsen úr NSÍ