28 næmingar fingið prógv í Klaksvík

Her hava vit myndirnar av nømingunum, og hvørjir teir er

Í hesum próvtøkutíðum hevur próvtøka eisini verið á Tekniska Skúla í Klaksvík, har 28 næmingar tóku prógv hesa ferð. Og sum vanligt var hátíðarhald úti í Grøv í hesum sambandi.

 

Skúlin sigur, at nú eru 23 ár síðan teir fyrstu HT næmingarnir fingu prógv á skúlanum, men bara ta einu ferðina hevur ikki viðrað at hava hátíðarhaldið í viðalundini úti í Grøv. Tilsamans hava 369 næmingar fingið prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík hesi árini.

 

Sum vanligt vóru blásarar úr Klaksvíkar Hornorkestri, eisini við í ár, og gestarøðari var Gunnleivur Biskopstø, byggifrøðingur, og fyrrverandi næmingur á skúlanum.

 

Elmar í Gong helt næmingarøðuna úti í Grøv, og Sólvá Klæmintsdóttir helt næmingarøðuna í seinna partinum av hátíðarhaldinum, sum var á sjálvum skúlanum.

 

Næmingarnir, sum tóku prógv, eru: Aftara rað frá vinstru á fyrru myndini: Rani Eyðfinnsson í Bø, Johannes Biskopstø Klein, Julian Gregersen, Kristian Linklett Mortansson, Jóanis Viderø Petersen, Ari Hansen og Jóhannus Suma Poulsen

Fremra rað frá vinstru: Dánial Klakkstein Thomsen, John Eli Kristmundsson, Dávid  Jacobsen, Randi Simonsen, Róhild Dam, Tordis Ingemarsdóttir Johansen, Hjalti Johannesen og Elmar í Gong.

 

 

Á seinnu myndini eru teir: aftara rað frá vinstru á hini myndini: Absalon Sørensen, Dánjal Múller, Martin Breiðaskarð, Beinir Langgaard, Sigurd í Homrum, Sigmundur Mørkøre og Tóri á Steig Krúnufjall

Framra rað frá vinstru: Sólvá Klæmintsdóttir, Sonja Sólheyg Michaelsen, Malan Atladóttir Holm, Malan Debes Joensen, Annika Oddmarsdóttir og Tummas Hansen 

 

Niðanfyri eru myndir av báðum flokkunum á Tekiska Skúla í Klaksvík, sum fingu prógvini handað í gjár