279 fólk slógu tunnu umborð á Triton

Tað er vorðin ein føst siðvenja á Tvøroyri, at danska sjóverjan bjóðar íbúgvunum umborð á eitt av teirra skipum á føstulávint til tunnusláttur.


Í ár var tað verjuskipið Triton, ið vitjaði á Tvøroyri sunnudagin, og hóast keðiligt veður við regni og vindi, so var heilt fitt av fólki savnað til tunnuslátturin.


Í tíðindaskrivi skrivar umboð fyri Triton, at 279 fólk úr allari oynni vóru á vitjan, og at tey fingu servera 500 fastalávintsbollar og heitt kakao frá manningini.


Tá tunnuslátturin varð liðugur, handaði Mogens S. Christens, skipari á Triton, vinningar til kattakongarnar og best klæddu grýlurnar.