Samanborið við sama mánað í fjør er tó øðrvísi. Í januarmánað í ár vóru stívliga 350 fleiri løntakarar í mun til januar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent.
Í januar vóru um 14.000 menn og 13.600 kvinnur í løntakaraskaranum. Hetta er ein vøkstur á ávikavist 1,6 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til januar í fjør.
Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinabólkunum.
Í 'almennari o.a. tænastu' hevur vøksturin verið rættiliga javnur síðani 2014. Í mun til sama mánað árið fyri er talið vaksið við góðum 200 løntakarum, sum er ein vøkstur á 2 prosent.
Seinastu tvey árini hevur løntakaratalið í privatum tænastuvinnum verið rættiliga støðugt. Í mun til januar í fjør eru 38 fleiri løntakarar í januar í 2024, ið svarar til ein vøkstur á 0,4 prosent.
Innan 'byggivinnu o.a. tilvirking' hevur verið ein støðugur vøkstur seinastu tvey árini, eftir at løntakaratalið minkaði nakað í koronutíðini. Borið saman við januar í fjør vóru 128 fleiri løntakarar í januar í ár, sum er ein vøkstur á 3,1 prosent.
Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Í januar í 2024 vóru 3.937 løntakarar. Hetta er 34 færri samaborið við sama mánað í 2023, sum svarar til eina minking á 0,9 prosent. Sostatt er talið tað lægsta síðan januar 2022.
##med2##
Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í januar í 2024 borið saman við januar í 2023. Her sæst, at í fiskivinnuni er tað serliga í ali- og kryvjivirkjum, at løntakaratalið er lækkað. Størsti vøksturin í tølum er í vinnugreinini undirvísing og harnæst í bygging.
Lutfallið av útlendskum ríkisborgarum er minkaður við 0,7 prosentstigum niður á 6,9 prosent frá desember til januar. Í mun til januar í fjør er teirra partur tó 0,4 prosentstig hægri.
Flestu útlendsku løntakarar hava annan enn evropeiskan ríkisborgaraskap. Útlendskir ríkisborgarar starvast flestir innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.
##med3##