Skúlafótbólturin hevur verið hvørja viku nú í fleiri vikur í marghøllini í Vági.
270 næmingar í 3. flokki vóru til Skúlafótbólt í dag.
Í dag vóru tað 3. flokkar kring landið sum komu til Vágs til Skúlafótbólt. Tilsamans verða tað 270 næmingar, sum koma at kappast í blandaðum liðum, dreingjaliðum og gentuliðum.
Eftir kappingina gongur leiðin hjá teimum flestu í Páls Høll áðrenn tey fara heim aftur.
Í dag komu umleið 200 næmingar, og sjálvandi eitt munandi fylgi, við Smyril til Suðuroyar til Skúlafótbólt.
Á facebook vanganum hjá Skúlafótbólti kann ein fylgja við, har síggjast eisini dagsins úrslit.