27 útlendingar skuldsettir fyri at smugla 100 kilo kokain til Danmarkar

Kokaini varð tveitt yvir borð av einum bingjuskipi uttan fyri Langeland, har tað síðani varð tikið upp av einum minni báti.

Tilsamans 27 persónar eru í grundlógaravhoyring í Keypmannahavn, har teir verða skuldsetttir fyri at hava smuglað minst 100 kilo av kokaini til Danmarkar.

Teir 27 útlenedsku persónarnir vórðu handtiknir í gjár, tá kokainið varð kasta yvir borð av bingjuskipinum »Duncan Island« til ein minni bát uttan fyri Langeland.

Teir fyrstu 15 persónarnir, sum í dag vóru í grundlógaravhoyring, nokta allir seg sekar, men vilja fegnir úttala seg. Tað verður gjørt fyri stongdum durum. Tað er eisini sett fram navnaforboð í málinum.

Teir eru allir skuldsettir fyri at bróta grein 191 í revsilógini um narkotikasmigling. Kokainið varð smuglað eftir eini avtalu, sum varð gjørd frammanundan, heldur ákærin.

Harumframt eru fleiri gerningsmenn leysir, framgongur av skuldsetingini.

Tað var fult hús av tulkum hjá dómaravaktini í morgun. Fyrst liðið av skuldsettum varð koyrt við bussi til dyrnar í Dómaravaktini og førdir inn í eini langari røð.

Tveir advokatar fyri reiðaríið vóru eisini møttir at fylgja málinum.

Tríggir av teimum skuldsettu monnunum tóku ímóti rúsevnunum í gjár og sigldu tað í einum minni báti til lands í Spodsbjerg. Her varð kokainið pakkað í viðførisrúminum á einum Hyundai, sum menninir sambært løgregluni ætlaðu at koyra víðari til Keypmannahavnar og onnur støð í Skandinavia.

Løgreglan stóð klár, og teir tríggir menninir – ein 50 ára gamal russari og tveir úr Letlandi ávikavist 41 og 43 ára gamlir – vórðu handtiknir, áðrenn teir náddu at koyra úr Spodsbjerg. Teir tríggir menninir verða framsettir seinni í dag.

Eftir at hava latið kokainið við Langeland siglid »Duncan Island«, sum var áv eg úr Helsingborg í Svøríki til Sankta Pætursborg í Russlandi, víðari.

Tað náddi tó ikki longur enn til sunnan fyri Gedser, áðrenn løgreglan fór umborð.

Teir 24 persónarnir umborð vórðu allir handtiknir, og skipið – við við monnum frá Købenahavns Havn – setti kós ímóti Kaslundborg, hagar tað kom í nátt.

Tveir av teimum eru enn umborð á skipinum at ansa tí. Teir verða tí framsettir í grundlógaravhoyring in absentia – altso uttan sjálvir at vera til staðar. Teir verða mánadagin aftur framsettir, so teir fáa møguleika at greiða frá framman fyri dómaranum.

Teir handtiknur á Duncan Island« koma úr Filippinunum, Russlandi, Letlandi, Ecuador, P´óllandi, Ukraina og India.

– Vit fóru eftir teimum við eini ógvuliga væl tilrættis lagdari ætlan, sigur Dannie Rise, leiðari á Center for speciel eftirforskning vec Kåøbenhavns Politi.

Hann kann vegna víðari kanningarnar ikki siga meira um smálutirnar í aktiónini, ela hvussu løgreglan fann út av, at rúsevnið var umborð á »Duncan Island«.

– Nú skulu virt rannsaka skipið. Partvís fyri at fáa greiðu á, hvør umboðr hevur verið við í málinum og partvís fyri at kanna, um tað skuldi verið meira kokain umborð, sigur Dannie Rise.

– Tað er ein stór uppgáva. Talan er um eitt skip, sum er 178 metrar langt og 25 metrar breitt og fult av bingjum. So tað er ikki tað sama, sum at rannsaka ein bil, leggur hann afturat og sigur seg vera væl nøgdan við avrikið.

Ein so stór mongd av kokaini eru nógvar, nógvar milliónir vert. Tað eru nøkur,  sum hava mist sína íløgu, og onnur, sum ikki fáa tann vinning, tey høvdu ætlað sær, sum tey kanska skuldu brúka at keypa vápn og akfør fyri til nýuggjan kriminalitet, sigur hann.

/ritzau/