27 fyritøkur tvingsilsavtiknar

Fríggjadagin sendi Skráseting Føroya skiftirættinum áheitan um tvingsilsavtøku av 27 feløgum


 

Skráseting


1.august var dagurin, tá Skráseting Føroya eftir røttum átti at havt móttikið allar roknskapir frá føroyskum parta- og smápartafeløgum fyri 2000. Nú, hálvantriðja mánað seinni, vanta enn omanfyri tjúgu roknskapir. Hjá nøkrum feløgum stendur so illa til, at Skrásetingin hevur biðjið um eina tvingsilsavtøku.

Talan er 27 parta- og smápartafeløg, sum ikki hava latið roknskapin fyri ár 2000 inn. Hjá hesum vendist neyvan aftur, og føroyska samfelagið kann byrja at venja seg við tankin um at vera 27 feløg minni. Tað er við heimild í partafelagslógini, at Skráseting Føroya hevur tveitt hesar fyritøkur í Skiftirættin.

Kristin Balle, Skráseting Føroya, sigur við Sosialin, at tey enn vanta omanfyri tjúgu roknskapir fyri 2000. Hetta er tó rættiliga lítið sammett við árini frammanundan. Tað eru ymsar orsøkir til, at hesi feløg ikki hava latið roknskap sín inn. Tey flestu av hesum feløgum hava ásett eitt dag, har tey skulu latið roknskapin inn. Kristin Balle sigur, at ongar áheitanir verða sendar út afturat.