Hondbóltur
Jákup Mørk
Hóast mong høvdu roknað við, at hetta kappingarárið kanska fór at roynast heldur lættari hjá kollfirðingum, so hevur veruleikin verið ein annar.
Fyrra helvt av grundspælinum kastaði bert eittans stig av sær, og so kundi tað gera tað sama, at tað í fleiri dystum var líka við og næstan.
Sunnudagin bragdaði tó endiliga í hjá kollfirðingunum, tá verandi meistararnir úr Neistanum vóru á vitjan.
Rótut spæl
Hóast tað, tá saman um kom, ikki var nakað ivamál um, hvør rætti vinnari var, so var talan ongantíð um nakran væl leiktan dyst sunnudagin.
Spælið var meginpartin av tíðini ógvuliga rótut. Roynt varð í fleiri førum at seta ferðina hægri enn førleikin var til, og úrslitið varð eisini hareftir. Nógvir tekniskir feilir, rótan og troðkan mitt fyri og fáar veruligar fríspælingar. Einasti glottin í so máta mundi vera Jacob Jónsson hjá Neistanum, men einsamallur, sum hann var, kundi hann ikki vinna dystin.
Óla Christian var munurin
Liðini bæði fylgdust fram til tað restaðu einir fimm minuttir av fyrra hálvleiki, tá KÍF fekk slitið seg rættiliga leyst. Høvuðsorsøkin til, at hetta brádliga eydnaðist, stóð í málinum.
Óla Christian Djurhuus telist longu millum álitini hjá landsliðsvenjaranum, og sunnudagin gav hann aftur prógv um, hví so er.
Fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, men serliga seinastu løtuna, megnaði hann at verja fyri, tá neistaleikarir komu einsamallir ígjøgnum, og tá heimaliðið so fekk mál í mótálopunum, fór brádliga at bragda hjá teimum.
Jacob púra einsamallur
Kollfirðingarnir høvdu sostatt eina hampuliga leiðslu, tá farið varð út til seinna hálvleik, so hjá teimum ráddi nú bert um at halda fast um hesa.
Uppskriftin til hetta, skuldi tað vísa seg, var eisini sera, sera einføld. Steðga Jacob Jónsson, so er Neistin steðgaður tóktist setningurin at vera.
Sum áður nevnt, so mundi Jacob vera einasti leikarin, sum tað veruliga glógvaði í, og so hvørt, sum dysturin leið, gjørdist hetta alsamt meira sjónligt.
Av teimum 10 málunum, sum Neistin fekk í seinna, skeyt íslendingurin ikki færri enn sjey, og tað man ikki vera langt av leið, at hann átti næst seinastu hondina á einum tveium av hinum.
Eina løtu hótti hann eisini við at taka KÍF leiðsluna aftur einsamallur, men tá hann so varð mansvardur seinasta triðjingin av hálvleikinum, var at kall leyst og liðugt hjá kollfirðingunum.
Liðavrik tryggjaði sigurin
Var talan hjá Neistanum um einmansavriki, sum at enda gjørdist og stutt, so var talan hinvegin um liðavrik hjá kollfirðingum.
Alla tíðina bakkaðu menn hvønn annan upp, allir stríddust fyri eini felags søk, og eftir dystin mundi fagnaðurin eisini vera stórur um, at stríðið endiliga bar ávøkst.
Tað vóru tó tveir leikarar, sum skaraðu framúr hjá heimaliðnum. Óla Christian var, sum áður nevnt, høvuðsmaðurin, tá KÍF togaði seg leyst í fyrra hálvleiki, og annars sýndi leikandi venjarin, Durica Tomic, at hann avgjørt vildi verið ein styrkur hjá einhvørjum fyrstu deildar liðið í landinum.
Kanska var tað serliga stuttligt at síggja, hvussu hegnisliga og at síggja til lætt, bólturin kann leggjast í netið, tá skotið verður. Til tíðir sá tað nærum stuttligt út, tí bólturin varð hvørja ferð skotin við høgra stólpa, og hvørja ferð fór málverjin skeivur, í teirri trúgv, at skotið fór at koma hinumegin.
Neistin í kreppu
Samanumtikið kann ikki ein fingur setast á, at tað gjørdust kollfirðingar, sum fóru av stað við sigrinum. Avrikið í síni heild var betri, og umframt at senda eina ávaring til hini liðini í deildini, man tað ivaleyst eisini kennast fløvandi hjá teimum, at teir nú endiliga fingu løn fyri stríðið. Ein fløvi, sum ivaleyst fer at betra um sjálvsálitið og gera liðið enn meira vandamikið komandi dystirnar.
Hjá Neistanum stendur hinvegin alt annað enn væl til. At meta eftir avrikinum sunnudagin er talan bart sagt um kreppu. Hvørki álop ella verja hanga væl saman, og tá roynt verður, er hetta aloftast í sjálvdrátti, tí eingin møguleiki tykist vera at spæla nakran upp til skot.
Neyvan var tað nakar, sum væntaði, at talan skuldi gerast um framhald av sigursgongdini frá í fjør. Til tess hevur missurin av týðandi leikarum verið ov stórur. Hinvegin varð tó framvegis roknað við, at liðið skuldi tosa við, tá heiðursmerki skulu býtast, men sum støðan er í løtuni, verður hetta so avgjørt av ongum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Durica Tomic 8(3), Jákup Dam 6, Vagnur Johannesen 5, Eddie Joensen 5, Kristjan Madsen 2, Petur Martin Johansen 1
Neistin: Jacob Jónsson 10(3), Ragnar Zachariasen 4, Ræni Slættanes 3, Áki Mørk 2, Ári Rouch 1, Kári Mortensen 1, Jákup Sverri Kass 1
Brotskøst: KÍF 5, Neistin 4
Útvísingar: KÍF 3, Neistin 1
Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Petur S. Dahl. Í einum rótutum dysti eydnaðist teimum hampuliga væl at halda spælinum ígongd. Onkuntíð kundi talan kanska verið um strangari døming, tá togaríið gjørdist ov nógv, men samanumtikið mundi alt tó vera á eini góðari leið.