27.200 løntakarar í oktober – 0,3% fleiri enn í fjør

Tað vóru knappliga 100 fleiri løntakarar í okotober mánað í ár í mun til fyri einum ári síðani ella ein vøkstur á 0,3%.

Hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama.

Í oktober vóru um 14.030 menn í løntakaraskaranum og tað eru 22 færri enn sama mánaða í fjør. Kvinnurnar vóru góðar 13.150 í tali, ella góðar100 fleiri enn í fjør. 

Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð - serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar, skrivar Hagstovan.