Nú styttist teinurin, sum eftir er at bora í Sandoyartunlinum.
Í síðstu viku vórðu boraðir 53 metrar, og nú verður bert borað frá Gomlurætt.
- Boraðir eru nú tilsamans 10.516 metrar av 10.786 metrum, sum Sandoyartunlinum er langur.
Tað merkir, vita tey aftan fyri Sandoyartunnilin at siga í dag, at sostatt eru nú bert 269 metrar eftir at bora.
Í næst síðst viku vórðu boraðir 76 metrar, og soleiðis eru 129 metrar boraðir seinastu tvær vikurnar.
##med2##