267.000 tons í føroyskum sjógvi

Fiskivinna: Útlendsk fiskifør hava í mai mánaði veitt 267.056,6 tons í okkara sjógvi.

Av hesum eiga íslendsk skip so nógv tann størsta partin, - heili 129.000 tons, meðan russisk skip hava veitt 82.000 tons í mai mánaði og norsk skip 36.000 tons. Meginparturin av hesi veiðuni er, ikki óvæntað, svartkjaftur.
Í mai mánaði hava skip úr Hálandi, Danmark, Bretlandi, Týskalandi, Fraklandi, Noregi, Russlandi, Grønlandi og Íslandi verið í okkara sjóøki, meðan eingi skip úr Írlandi, Estlandi og Japan hava verið her.
Íalt hava skipini havt slakar 3.600 fiskidagar, harav russar eiga 1.419, norðmenn 948 og íslendingar 598 fiskidagar.

lan í bygdini. Nú er samtykt at hann skal byggjast her, og nú fer so bygdarráðið at útvega skúlanum grundøki