266b verjir rættin hjá okkum øllum

Góði Sjúrður

 

Hevði ikki ætlað mær út í tað heilt stóra kjakið hesum viðvíkjandi, men nú mann er “taggaður” í greinini hjá tær, so er væl rímiligt at venda aftur við onkrum – serliga eftirsum grundarlagið undir tínum vilja til at avtaka § 266B, vegna talufrælsi, enn hevur ógvuliga lítið at gera við veruliga endamálinum hjá greinini.

 

Vit skulu ikki tríva aftur í tað longu søguna aftanfyri § 266b, sum var ein roynd at forða skipaðari forfylging, av einum útsettum minnilutabólki í Danmark, meðan Evropa var farið í holt við at syngja introitus til størstu deyðsmessuna í søguni hjá mannaættini.  At hendan byrjaði í einum hámentaðum landi, ið á nógvar mátar er vøggan hjá evropeiskari humanistiskari hugsan og vísind, er bara ein áminning um, hvussu tunn hinnan er, sum skilur okkum “siviliseraðu” menniskju frá okkara oyðandi mátti.

 

Men aftur til løgfrøðina í málinum: At vilja avmarka kjakið um § 266b, til at verða ein spurningur um talufrælsi ella ikki talifrælsið, er ein skeiv fatan av endamálinum við ásetingini. Ásetingin stendur í kapittul 27 í revsilógini, sum er um “Freds- og æreskrænkelser.” Um vit hyggja eftir ásetingunum rundan um §266b, so hava vit:

 

§266: “Den, som på en måde, der er egnet til hos nogen at fremkalde alvorlig frygt for eget eller andres liv, helbred eller velfærd, truer med at foretage en strafbar handling, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.” – ið er ásetingin, sum bannar okkum at hótta onnur við morði og harðskapi.

 

§266a: “Med bøde eller fængsel indtil 1 år straffes den, der, uden at forholdet omfattes af §§ 136 og 266, offentligt fremsætter udtalelser, der tilstræber at fremkalde voldshandlinger eller hærværk.” – ið er ásetingin, sum yvirskipað bannar okkum, at alment heita á onnur um at fremja dráp ella harðskap.

 

§266c: “Den, der, efter at en sag har fundet sin afgørelse, med hensyn til denne påny fremsætter de underkendte beskyldninger mod den samme person så hyppigt, at deres fremsættelse udarter til forfølgelse, straffes, når oplysningerne er egnet til at skade den pågældende i offentlighedens omdømme, med bøde eller fængsel indtil 4 måneder” – sum bannar okkum at halda áfram við at forfylgja fólki, aftaná at rætturin hevur staðfest at talan er um forfylging.

 

Tað er í hesum ljósinum, at § 266b skal lesast. Talan er um eina skerping í mun til §266 og §266a, men endamálið er tað sama: at verja klassiskt veikar minnilutar frá skipaðari forfylging, hóttanum v.m. Ásetingin er ikki egnað til t.d. at forða okkum í at hava eitt kjak um munin millum islam og kristindóm, ella hvørt samkyndleiki er ein avbjóðing fyri føroyska familjumynstrið.

Vit eru nokk øll fevnd av §266b, eftirsum øll hava tjóðskap, kynsligan samleika og trúgv (paradoksalt eru gudloysingar helst eisini fevndir av hugtakinum). So endamálið er at verja rættin hjá okkum øllum, til at hava okkara samleika í frið.

 

Um vit skulu taka allan hendan tankan eitt stig longur upp, so er øll revsilógin ein roynd frá almennari síðu at verja persónliga frælsi og integritetin hjá einstaka borgaranum í samfelagnum. Øll lógin sum hon er, avmarkar okkara persónliga frælsi til at gera akkurát sum vit vilja, í tann mun vit gera okkum inn á frælsisrættindini hjá øðrum menniskjum í samfelagnum. Men hetta er kanska at gera kjakið um eina einkulta áseting alt for abstrakt – og tó.

 

Sjúrður skrivar “Við hesi lógini flyta vit okkum inn á eitt øki, har frælsi ikki ræður. Í staðin verður spurningurin, hvussu nógv tað skal skerjast. - Altso hvussu nógvum ófrælsi, vit kunnu liva við.” og “Fólkaræðið er ein uppgáva hjá hvørjum einstøkum. Vit sleppa ikki undan hesi uppgávu við at kriminalisera tað, okkum ikki dámar.”. Sjúrður leggur við hesum upp til, at frælsi er tað sama, sum at samfelagið ikki ásetur einstaklinginum avmarkingar. Harumframt, at kriminalisering av óynsktum atburði er eitt slag av fólkaræðisligum niðurlagi. Trúgvi, at vit øll eru samd um, at ein ómetaliga stórur partur av teimum økjunum, sum okkara politiska skipan hevur valt at kriminalisera, eru samfelagsgagnlig forboð – t.d. mótvegis manndrápi, neyðtøku, trælahaldi, stuldri og rúsdrekkakoyring.

 

Hóast leys sitat frá Sjúrða kunnu lesast soleiðis, at hann ynskir at avtaka allar avmarkingar, og lata leyvurnar eta tey, sum ikki megna at vinna á teimum, so er hetta sjálvandi helst ikki rætt, og er tískil eitt alt ov lættkeypt spjaldur at seta á mannin. Trupulleikin er bara, at Sjúrður argumenterar fyri at avtaka eina áseting, fyri at røkka einum endamáli, sum ásetingin slettis ikki forðar honum at náa – uttan so at Sjúrður ætlar sær at hótta ella háa ávísar bólkar av fólki. Um Sjúrður ikki ætlar sær hetta, so er ómetaliga høgt til loftið og vítt til veggja, hvat hann kann nýta sítt talufrælsi til.

 

Viðvíkjandi reglunum hjá Sjúrða um lond og farin ríkir, sum ikki hava ella høvdu talufrælsi, so minnir hetta um eitt slag av Erasmus Montanskum argumetatiónslogikki, sum Holberg hevði elskað. Um vit venda argumentunum á høvdið, er tað helst ikki logikkur at siga, at eftirsum tað er ólógligt at vera samkyndur í Uganda, so eiga vit at loyva forfylging av minnilutum í Føroyum, ella at eftirsum Nasitýsklandi ikki hevði talufrælsi, so eiga vit í Føroyum at niðurlaga verjuna av teimum bólkunum sum Nasitýskland miðvíst drap?

 

Sum ein rættuliga evnaríkur politikari einaferð segði: “onki samband nýtist at vera millum argumentini, og tí sum tú argumenterar fyri – bara argumentini tykjast sannførandi.”