26 ára gomul og nýggjan mótahandil

Síðst í apríl læt nýggi klædnahandilin HEMMAS upp við Gøtugjógv.

Síðst í apríl læt nýggi klædnahandilin HEMMAS upp við Gøtugjógv. Tað er 26 ára gamla, Harda Emma Skoradal úr Norðragøtu, sum eigur og rekur handilin, ið selur klæðir til bæði kvinnur og menn.

 

Eftir at Harda varð liðug á FHS, fór hon í læru í klædnahandli í Havn og gjørdist søluatstøðingur við sergrein í klæðum trý ár seinni. Í lestrartíðini var hon tilsamans sjey ferðir í skúla í Danmark, og hetta var skúli, sum sonevnda Bestseller-ketan stendur aftanfyri.

 

Seinni hevur Harda Emma Skoradal eisini tikið útbúgving sum stylistur innan klæðir. Hon angrar ikki, at hon er farin í holt við handilsvirksemi, tí hetta er nakað, henni dámar ógvuliga væl.

 

- Eg royni at selja merki og klæðir, sum aðrir handlar ikki hava. Í mínum vøruútboði havi eg bæði bílig klæði og klæði, sum eru eitt sindur dýrari. Fólk fáa tað, tey vilja hava, sigur nýggja handilskvinnan.

 

Umframt útlendsku klædnamerkini, selur handilin eisini føroyskar festivaltroyggjur, sum hon rópar tær, húgvur og vøttir, sum Sirri framleiðir. HEMMAS hevur designað troyggjuna, og tað er Sirri, sum framleiðir.

 

- Mynstrið hevur sína søgu. Tað var mamma mín, sum í sínari tíð bant hesa troyggju til pápa. Mamma fann sjálv upp á hetta mynstrið, men vit hava so designað troyggjuna av nýggjum og valt litirnar, leggur Harda Emma Skoradal aftrat.