26 fólk eru dripin í suðurpartinum av Gazageiranum nærhendis hjálparveitingarstøðum.
Tað boðar borgaraverjan í Gaza frá.
Teir doyðu av skotum frá ísraelskum hermonnum, sigur talsmaðurin hjá borgaraverjuni, Mahmud Basal.
22 palestinar vórðu dripnir nærhendis einum veitingarstað sunnan fyri Khan Yunis, meðan fýra doyðu nærhendis Rafah, sigur hann.
Samstundis fingu fleiri enn 100 fólk skaða, upplýsir talsmaðurin.
Hann upplýsti ikki, nær skottilburðin fór fram.
Ísrael hevur ikki váttað hendingarnar.
Tað hava verið fleiri tilburðir seinastu tíðina, har palestinar eru dripnir nærhendis hjálparveitingarstøðum í Gaza.
ST upplýsti fyrr í vikuni, at í minsta lagi 875 fólk vóru deyð á hjálparbýtisstøðum í einum tíðarskeiði uppá seks vikur.
Nógv tey flestu eru dripin nærhendis útbreiðslustøðum, sum Gaza Humanitarian Foundation rekur, og sum fær stuðul frá Ísrael og USA.
Eitt eygnavitni segði leygardagin, at hann og fimm familjulimir vóru á veg til Al-Tina-økið í Khan Yunis áðrenn morgunmatin fyri at royna at fáa mat.
Ísraelskir hermenn fóru at skjóta, sigur 37 ára gamli Abdul Aziz Abed.
- Familjan og eg kundu einki fáa. Eg fari har hvønn dag, og vit fáa bara skot og máttloysi í staðin fyri mat, segði hann.
Ísraelski herurin sigur við tíðindastovuna AFP, at hann kannar fráboðanirnar.
Tað eru bara nakrir fá journalistar til staðar á Gazageiranum, og ringt er at flyta seg. AFP hevur tí ikki kunnað sjálvstøðugt staðfest upplýsingarnar frá borgarligu verjuni og øðrum keldum.
Kríggið í Gaza, sum byrjaði við einum álopi á Ísrael av hernaðarligu Hamas-rørsluni, hevur skapt truplar umstøður fyri tær meira enn tvær milliónir íbúgvarnar í palestinska økinum.
Tað er stórt trot á mati og øðrum neyðsynjarvørum, og læknarnir hava sagt, at teir síggja eitt vaksandi tal av tilburðum av akuttari vannæring.
Ritzau/AFP