251 ungfólk fingu tummilin niðureftir

Í ár var trupulleikin ikki manglandi peningur, men manglandi høli

Miðnámsútbúgvingar
 
Hesar seinastu dagarnar hava 251 ungfólk runt um í Føroyum fingið ring boð.
Og boðini eru, at tey eru ikki sloppin inn á miðnámsskúla í summar.
Nú alt er gjørt upp,vísir tað seg, at av teimum 1.239 unfólkunum, sum hava søkt á tær ymsu miðnámsskúlarnar í summar, eru tað heili 251, sum ikki sleppa inn.
Sostatt eru tað 988 næmingar, sum eru slopnir ígjøgnum nálareygað og skulu brynja seg til nýgja skúlagongd.
Men sostatt kann tað eisini staðfestast, at heldur ikki ár sluppu øll tey inn á skúlan, sum hava søkt, tí í fjør vóru eisini trupulleikar, sum kortini vóru loystir.
Men trupulleikin í ár er ikki tann sami sum í fjør.
Í fjør var trupulleikin tann, at miðnámsskúlarnir høvdu fingið ov lítið av pengum til at taka alla teir skikkaðu umsøkjararnar inn.
Í ár er tað ikki peningur, sum er trupulleikin. Í ár hava miðnámsskúlarnir nokk av peningi, men ov lítil høli.
- Tað er hølistrupulleikar, sum gera, at allir skikkaðir næmingar ikki sleppa inn, staðfestir Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri á deildini fyri miðnámsskúlar í Mentamálaráðnum.
Men samstundis staðfestir hann, at tað eru einans handilsskúlin, sum hevur trupulleikar, tí tað er bar har, at skikkaðir umsøkjarir eru burturvístir, tí pláss er ikki fyri teimum á skúlanum.
À HH í Havnini, hava 110 næmingar søkt, men bara 73 eru slopnir inn. Á HH í Kambsdali hava 80 søkt, men bara 55 eru sloppin inn.
- Hetta eru næmingar, sum hava gingið á FHS, men sum ikki sleppa at halda fram á HH og tað er ein stórur trupulleiki, staðfestir deildarstjórin í Mentamálaráðnum.
- Hvat studentaskúlunum, HF og øðrum miðnámsskúlum viðvíkur, eru allir skikkaðir næmingar slopnir inn.
Annars sæst, at heilt nógvir umsøkjarar eru burturvíst á SIT.
- Har hava vit bara tikið umsøkjarar inn, sum hava lærupláss. Eitt dømi er, at 47 vildu sleppa inn á hárfríðkanardeildina, men teir umsøkjararnir høvdu onki lærupláss og tí eru teir ikki slopnir á skúla.
- Tey høvdu ikki fingið brúkt útbúgvingina til nakað kortini, sigur Eyðbjørn Poulsen.
 
Nógv fleiri gentur
Annars vísir tað seg, at tað eru einar 100 fleiri gentur, sum hava søkt, enn tað eru dreingir.  Men tað er stórur munur á, hvussu nógvir dreingir og gentur hava søkt á teir ymsu skúlarnar. Til siðvand konufólkafak, sum eitt nú Almanna- og heilsuskúlin í Suðuroy, hava bara gentur søkt, men til onnur, meiri vanlig dreingjafak sum nakrar SIT útbúgvingar, hava bara dreingir søkt.
Tó leypir í eyguni, at á málsligu deild á studentaskúlanum í Suðuroy, fer kanska ongin drongur í skúla eftir summarferiuna og á málsligu deild á Kambsdali verða dreingirnir einir 10 í tali og genturnar yvir 40. Sama ger seg galdandi á másligu deild í Hoydølum, tá har vera genturnar næstan 100 og dreingirnir einir 20.
Á matematisku deildunum er kynsbýtið væl javnari, men sostatt kann staðfestast, at málsligt studentsprógv er av álvara við at verða eitt gentufak.
Bæði á HF í Klaksvík og á HF á Kambsdali er eisini stór yvirvág av gentum.
Hinvegin er tað týðiligt, at handilsskúlin hevur størri áhugað hjá dreingjum. Bæði á FHS og HH í Havn og á Kambsdali eru tað nógv fleiri dreingir sum tað eru gentur, sum hava søkt. 
 
Munur á skúlum
Eyðbjørn Poulsen sigur, at ein trupulleiki er, at allar útúgvingarnar eru ikki javntsettar fyri lógini.
-Tað stendur í lógini, at allir skikkaðir umsøkjarar skulu sleppa á studentaskúla. Men tað er ikki eitt lógarkrav, at allir skulu sleppa inn á HF, á Handilsskúla  ella á aðrar miðnámsútbúgvingar, og tað er ein trupulleiki.
Hann sigur, at mentamálaráðið er í ferð við at endurskoðað miðnámsútbúgingarnar og tá er endamálið at lógin skal javntseta tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar 
Tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru studentaskúlin, HF, HIF á fiskivinnuskúlanum, HT á tekniska skúla og HH á handilsskúlanum.
- Tað er eisini endamálið hjá landsstýrinum, at øll skulu hava møguleika at fáa eina miðnámsútbúgving.
Men í løtuni er er tað ein trupulleiki, at allir umsøkjarar til tær gymnasialu útbúgvingarnar sleppa ikki inn.
Annars verða umsóknirnar viðgjørdar og flutt verður ímillum skúlar og tí kunnu smávegis broytingar verða í tølunum.