Móttøka
Sunnudagin upplivdu suðuroyingar nakað, sum teir aldrin hava upplivað fyrr. Og tað er, at ein nývaldur løgmaður hevur almenna móttøku í Suðuroynni.
Nú Jóannes Eidesgaard er valdur til løgmann, varð, sum vant, almenn móttøka í Tinganesi.
Men hesuferð hevði hann eisini gjørt av at hava eina almenna móttøku í Suðuroynni, har hann er valdur.
Og tann móttøkan var á Hotellinum á Tvøroyri sunnudagin seinnapartin. At Løgmaður eisini kom suður at hitta síni egnu, varð nakað, sum suðuroyingar virdu høgt. Tað vóru fleiri, sum høvdu á orði, hvussu fegin tey vóru, at løgmaður eisini virdu sínar veljarar so mikið høgt, at hann kom suður at heilsa upp á tey.
Og tað vóru nógv, sum nýtti høvi til at heilsa uppá løgmann. Eini 250 fólk vóru á hugnaligu móttøkuni, har tey bjóðaðu leskiligan pinnamat og hvítvín og djús.
Tað vóru fólk úr allari oynni og við øllum politiskum litum, ið nýtti høvi at bera nývalda løgmannin øll góðynski. Har vóru bæði politikarar, valevni, vinnulívsfólk og fólkið á gøtuni.
Skulu merkja vaktarskiftið
Sjálvur helt Jóannes Eidesgaard, at tað hevði týdning, at eisini fólk uttanfyri miðstaðarøkið í Føroyum fingu at merkja, at eitt vaktarskifti var farið fram í føroyskum politikki.
Og hann helt, at onki var meiri sjálvsagt, enn at hann eisini kom suður at heilsa uppá sínar egnu veljarar í samband við eina so stóra hending.
Hann takkaði einaferð enn fyri tað stóra álit, hann hevði fingið. Og hann fegnaðist eisini um tað sterka baklandið, hann hevði í Suðuroynni, sum hann segði, var avgerandi, tí ongin politikari er sterkari enn tað bakland, hann hevur.
Hann segði, at samgongan hevði sett sær nøkur politisk mál, eisini mál, sum høvdu við Suðuroynna at gera.
? Eg fari at gera alt, eg kann, fyri at liva upp til tað álit, eg havi fingið, so at vit øll, tá ið valskeiðið er liðugt, kunnu sita eftir við eini kenslu av, at eg havi gjørt tað, eg havi verið mentur.
Suðuroyggin væl umboðað
Jòannes Eidesgaard er tann 11. løgmaðurin síðani heimastýrislógina.
Og ikki kann sigast annað enn at Suðuroyggin hevur verið væl umboðað.
Av teimum 11 løgmonnum, ið hava verið síðani heimastýrislógina, hava heilir fýra verið úr Suðuroynni -og teir hava allir verið av Tvøroyri. Hinir tríggir eru Kristian Djurhuus, Petur Mohr Dam og Atli Dam.
Og tilsamans hava suðuroyingar higartil átt løgmannin í heili 33 ár av teimum skjótt 56 árunum, ið eru farin, síðani heimastýrislógin varð sett í gildi. Tað er meiri enn helvtin av tíðini.