Aftur í ár letur Tórshavnar kommuna stuðul til verkætlanir innan heilsu- og umhvørvisøkið. Kommunarn hevur játtað 250.000 krónur til umhvørvisverkætlanir í 2008 Stuðul verður latin til verkætlanir sum
? Menna vitanina um heilsu- og umhvørvi
? Virka dálkingarfyribyrgjandi og/ella avmarkandi
? Kunna almenningin um heilsu- og umhvørvisviðurskiftir
Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstaklingum at søkja um stuðul sambært reglugerð hjá Tórshavnar kommunu.
Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2008.
Stuðulin verður latin í umhvørvisvikuni, sum verður 5.-11 mai 2008.
Reglugerð og umsóknarblað fáast í Snarskivuni í Havn.