Mánadagin 1 desember hevur Unnur Patursson í Tórshavn arbeitt í 25 ár á Fiskirannsóknarstovuni.
Arbeiðsøki hjá Unnur hevur øll árini verið at halda skil á sýnum og nytrum savnaði frá landingum og skipum. Eisini hevur hon út frá nytrunum sett aldur á einstøku fiskarnar.
Eyðkenni fyri Unnur er ordan og skil og hon hevur øll árini røkt arbeiðið fyrimyndarliga.