Í dag var hátíðarløta í Posthúshjallaranum, sum er kantina hjá Tórshavnar kommunu. Orsøkin var at fimm fólk høvdu 25 ára starvsdag.
Starvsfólkini, sum fingu blómur, gávur og góð orð á vegnum frá Heðini Mortensen borgarstjóra eru Álvhild Johannessen, Anna Havmand, Poula Johansen, Bjørg Mohr og Sofus Hansen. Eisini var Tórgerð Hentze heiðrað fyri at hava arbeitt heili 48 ár í Tórshavnar kommunu, har hon enn starvast í journalini. Helst er hetta longsta starvsskeið í kommununi. Starvsfólkini fingu eisini blómur og gávur frá G5, sum er innanhýsis trivnaðarbólkurin, har Bogi Simonsen er formaður.
Álvhild Johannessen kom fyrstu ferð í starv hjá Tórshavnar kommunu 1. september 1981 á Teknisku deild og síðan í fólkayvirlitinum. Eftir ein steðg kom hon aftur í starv hjá kommununi í 2002 at lesa inn journalkort, men fekk skjótt barnaansingina og avgreiðsluna annars við Snarskivuna at umsita.
Anna Havmand byrjaði á Tannlæknastovuni 26. oktober 1984, kom í Snarskivuna at arbeiða í 2002 og gjørdist skrivari hjá borgarstjóranum 10. mai 2006.
Poula Johansen byrjaði sum skrivstovufólk á roknskapardeildini 22. oktober 1984 og hevur síðani 1987 starvast sum kassameistari á roknskapardeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Bjørg Mohr byrjaði sum ørindagenta á býráðsskrivstovuni 16. september 1981 og kom so í læru sum skrivstovufólk. Eftir at hava starvast á roknskapardeildini fór Bjørg á dagstovnin Lítluskóg at arbeiða. 1. juni 2000 byrjaði Bjørg á Snarskivuni, 3 ár seinni var hon í Býlingshúsinum á Flat og byrjaði so 1. september 2004 á lønardeildini.
Sofus Hansen, sum við annað høvið fekk blómur og gávur fyri 25 ára tænastu í Tórshavnar kommunu, hevur verið deildarleiðari á teknisku deild og verkfrøðingur síðani ársbyrjan 1999.