Per er 51 ára gamal føddur í Viborg 9. august 1953 og uppvaksin á Amager.
Hann er útbúgvin múrari og arbeiddi sum múrari í Keypmannahavn, til hann sum 26 ára gamal gjørdist politistanæmingur á politiskúlanum í Keypmannahavn 1. februar 1980.
Eftir lokna útbúgving gjørdist hann politistur í Keypmannahavn, til hann 1. oktober 1986 varð settur politistur í Havn. Síðan 1. mars 1991 hevur hann starvast á kriminaldeildini.
Per er giftur við Maud, fødd Midjord, úr Havn, tey eiga dóttrina Biritu, sum er 8 ára gomul. Per eigur eisini dóttrina Mariu, sum er 20 ára gomul og býr í Danmark.
Tey hava eitt fyrimyndarligt heim í Kálvagerði í Havn. Per er sera húsligur, hann er tiltikin ordiligur og ruddiligur, tað sigst, at hann hatar støv.
Hann elskar at gera mat og er eisini kendur fyri sín góða mat umborð á sluppunum "Westward Ho" og "Johonnu" á útferðartúrum.
Per er limur í Odd Fellow felagsskapinum, og trívist hann væl saman við vinum sínum har, sum stuðla hvør øðrum á ein positivan hátt. So á ein hátt kann sigast, at múrarin gjørdist frímúrari.










