25 ára starvsdag og ongan sjúkradag

Fríggjadagin 9. desember eru 25 ár síðan tann tá 20 ára gamli havnardrongurin Charles Midjord byrjaði í skrivstovulæru hjá Farodane. Hetta var í 1980, fáar mánaðar eftir at Farodane var flutt av Tinghúsvegnum í nýggj hølir í Brekkutúni uppi í Hoyvík.

Tá var meginvirksemið hjá Farodane framvegis heilsøla innan matvørur. Søla av skrivstovuinnbúgvi var kortini so smátt byrja tá og Charles kom at taka sær meira og meira av søluni av møblum. Tá felagið í 1987 heilt gavst við matvøruheilsøluni, kom Charles burturav at taka sær av møblasøluni.

Tað ger hann framvegis og hevur Charles sostatt verið við í stóru menningini av hesum týdningarmikla parti av virkseminum hjá Farodane, so fyritøkan ídag er vorðin ein av teimum førandi á hesum øki. Altíð fyrikomandi og við positivum hugburði hevur Charles vunnið felagnum nógvar trúfastar kundar, sum hann hegnisliga hjálpir og vegleiðir at innrætta skrivstovur, fundarrúm, móttøkur o.s.fr.

Nú Farodane flutti møbladeildina í nýggj høli á Smyrilsvegi, er Charles aftaná 25 ár í Hoyvík fluttur við oman á Háls og sum tann góði samstarvsfelagin hann er, verður heilt víst stórur saknur í honum í Brekkutúni.

Tá Charles fyri 5 árum síðan hevði 20 ára starvsdag, hevði eitt av bløðunum í hesum sambandi fingið frænir av sjáldsama eginleikanum hjá hesum manni, sum í samfull 20 ár á Farodane ongan dag hevði verið frá arbeiði vegna sjúku og skrivaði blaðið grein burturúr hesum. Nú 5 ár seinri kunnu vit staðfesta, at hann framvegis ongan sjúkradag hevur haft. Tað munnu vera fá, um nakað, líknandi fordømi.

Uppskriftina uppá so vælsignaða heilsu vil Charles tó ikki út við. Men vit vita at hansara frítíðarítriv er dansur, flogbóltur og gongutúrar í fjall og haga. Ì øllum førum kann hetta takast sum prógv um at nevndi ítriv í øllum førum ikki eru heilsuskaðandi ítriv. Charles býr á Kommansmýru saman við Elinborg úr Tórshavn.