25 ára starvsdag á Eirargarði

1. mai 2004 hevur Sonja Dalsgaard í Skálavík 25 ára starvsdag á Eirargarði B 16 í Havn.

Sonja, f. Hansen, er úr Havn og vaks upp í Sandavági. Sum 15 ára gomul fór hon til Skopunar at tæna hjá Andreasi Johannesen (Andreasi í Hvannasundi).

Hon giftist við Tønner Dalsgaard úr Skálavík og búsettist har. Tey eiga trý børn: Axel, sum býr í Hirtshals, Erla, sum býr á Nykøbing Falster, og Terji, sum býr á Sandi.

Sonja arbeiddi á flakavirkinum Sólarris í Skopun, áðrenn hon 1. mai 1979 fekk starv á Eirargarði.

Sonju verður ynskt hjartaliga tillukku við starvsdegnum.

Børnini