Mikudagin komandi hevur Dagny Isaksen starvast í 25 ár sum klinikkassistentur á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu.
Dagny, sum tá æt Antoniussen, er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon flutti seinni til Havnar og giftist Janusi Isaksen. Saman hava tey bæði børnini, Kristina og Janus, sum eru ávíkavist 18 og 11 ára gomul.