25 ár á baki

Samkoma: Í morgin  1. februar  eru liðin 25 ár síðani samkoman í Hoyvík/Oasan fór undir virksemið sítt.

Hóast 25 ár eru long tíð, so er ætlanin ikki at gera so nógv burtur úr hesum. Kortini verður skipað fyri einum hátíðarhaldi við vikuskiftismøtum í Oasuni í Hoyvík næstkomandi vikuskifti.
Við hesi vikuskiftismøtini fara talarar úr samkomuni í Hoyvík, eins og talarar aðrastaðni frá úr landinum, at tala.