25 oyru við sál og sjarmu

25 oyru høvdu fingið heiðurin at byrja Summar Festivalin og í góðveðrinum, sum tók øll á bóli, slapp bólkurin handan lagið “Ungdómshús” væl frá uppgávuni.

Summar Festivalurin


25 oyru er millum yngstu bólkar í Føroyum, og hevur sínar røtur í Virkishúsinum í Klaksvík, har teir hava lært seg at spælt á útgerðini, ið Summar Festivalurin hevur latið húsinum, tí var tað ikki bara hóskandi, men eitt plettskot, at júst hesin bólkur lat minsta pallin og sjálvan festivalin upp. Jú, gamaní bólkurin er hvørki tøkniliga besti bólkurin í landinum, ella teir bestu lagskrivararnir og við hópin av lániløgum á skránni, var hetta ikki tann størsta tónleikaliga upplivingin hetta summarið. Men í sál og sjarmu vann bólkurin. Hesir ungu harrarnir hava so nógva sjarmu og so stórt sjálvsálit, at hesin ummælarin illa kundi gera annað enn bara at syngja við.

Hesir ungu klaksvíkingarnir tordu væl, við tulkingum av Tracy Chapman, Ommuni hjá Kularótum og Sa, Sa, Sasa hjá Georg eystan Á, men tað var eingin ivi um, at størsta hittið var lagið Ungdómshús hjá bólkinum sjálvum.