25 milliónir meira á fíggjarlógina

Tað fjórða eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum í fíggjarárinum 2014 kemur til fyrstu viðgerð í tinginum, sum verður týsmorgunin klokkan 10. Uppskotið merkir eina meirútreiðslu upp á 24,8 mió. kr – og tað skal leggjast oman á hallið, sum er frammanundan á fíggjarlógini.

Tað fjórða eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum í fíggjarárinum 2014  kemur til fyrstu viðgerð í tinginum, sum verður týsmorgunin klokkan 10. Uppskotið merkir eina meirútreiðslu upp á 24,8 mió. kr – og tað skal leggjast oman á hallið, sum er frammanundan á fíggjarlógini.

 

Frammanundan hesi umbønini hevur Løgtingið veitt 9,75 mió. kr. netto í eykajáttanum í hesum fíggjarárinum.

 

Á §2, sum er Løgmansfyrisitingin, verður biðið um, at játtanin til Løgmansskrivstovuna verður lækkað við 2 mió. kr.

 

Á §3, sum er Fíggjarmál, verður biðið um samanlagt 2,0 mió. kr. Biðið verður um, at játtanin til Landsins ognir verður hækkað við 800 tús. kr., at løgujáttanin til Umvæling av almennum bygningum verður lækkað við 800 tús. kr., at játtanin til Tænastumannaeftirlønir verður hækkað við 900 tús. kr., at játtanin til Læraraeftirlønir verður hækkað við netto 2,1 mió. kr., og at játtanin til Eftirlønir innan heilsuverkið verður lækkað við 400 tús. kr. Eisini verður biðið um, at játtanin til Danskar eftirlønir verður lækkað við 100 tús. kr., at játtanin til Stuðul til flutning og dupult húsarhald verður hækkað við 500 tús. kr., og at játtanin til Stuðul til rentuútreiðslur verður lækkað við 1,0 mió. kr.

 

Á §5, sum er Fiskivinna er umbønin útreiðsluneutral. Biðið verður um, at játtanin til Fiskiveiðieftirlitið verður hækkað við 600 tús. kr., og at játtanin til Flutningsstuðul verður lækkað við 600 tús. kr.

 

Á §6, sum er Vinnumál verður biðið um 19,5 mió. kr. Biðið verður um, at játtanin til Útlendingastovuna verður lækkað við 200 tús. kr., at inntøkujáttanin til Gjald fyri seismisk forkanningarloyvi verður hækkað við 150 tús. kr., at játtanin til Sjóvinnustýrið verður hækkað við 600 tús. kr., at játtanin til Endurgjald fyri skipasmíð verður hækkað við 373 tús. kr., og at játtanin til Heilsufrøðiligu starvsstovuna verður hækkað við 400 tús. kr. Eisini verður biðið um, at løgujáttanin til Granskingarlund verður hækkað við 1.832 tús. kr., at játtanin til Strandfaraskip landsins verður hækkað við 3,45 mió. kr., at játtanin til Barsilsskipanina verður hækkað við 12,8 mió. kr., og játtanin til Umsiting av barsilsskipanini verður hækkað við 350 tús. kr.

 

Á §7, sum er Mentamál er umbønin útreiðsluneutral. Biðið verður um, at játtanin til Fólkaskúlan verður hækkað við 3,1 mió. kr., at játtanin til Stuðul til fólkaskúlar verður lækkað við 600 tús. kr., at játtanin til ES-granskingarskrá verður lækkað við 300 tús. kr., at játtanin til Lestrarstuðul verður lækkað við 1,4 mió. kr., og at játtanin til Lestrarlán verður lækkað við 800 tús. kr.

Á § 11 Heilsumál verður biðið um samanlagt 500 tús. kr. Biðið verður um, at játtanin til KT- øki heilsuverksins verður hækkað við 500 tús. kr., at játtanin til Koppsetingar verður lækkað við 1,3 mió. kr., at játtanin til Heilsutrygdarveitingar verður hækkað við 4,6 mió. kr., at játtanin til Økisheilsuskipanina verður lækkað við 1,0 mió. kr., og at játtanin til Apoteksverkið verður lækkað við 4,0 mió. kr. Eisini verður biðið um, at játtanin til Ílegusavnið verður hækkað við 400 tús. kr., at játtanin til Serstakan sjúkrahúsheilivág verður hækkað við 2 mió. kr., at játtanin til Umsiting av sjúklingatrygging verður lækkað við 300 tús. kr., og at játtanin til Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu verður lækkað við 400 tús. kr.Á § 12 Almannamál verður biðið um samanlagt 11,9 mió. kr. Biðið verður um, at játtanin til Barnavernd verður lækkað við 800 tús. kr., at játtanin til Einkjubarnastyrk lækkar við 200 tús. kr., at játtanin til Barnapening veittan í forskoti lækkar við 500 tús. kr., at játtanin til Barnaískoyti lækkar við 400 tús. kr., og at játtanin til Ættleiðingarstuðul lækkar við 425 tús. kr. Eisini verður biðið um, at játtanin til Dagpeningaskipanina hækkar við 1,0 mió. kr., at játtanin til Ansingarsamsýning lækkar við 4,0 mió. kr., at játtanin til Vanliga forsorg hækkar við 1,0 mió. kr., at játtanin til Arbeiðsfremjandi tiltøk hækkar við 8,0 mió. kr., og at játtanin til Fólkapensjón hækkar við 8,2 mió. kr.

 

Á §20, sum er Inntøkur verður biðið um 7 mió. kr. í inntøkum. Biðið verður um, at játtanin til Gjald til heilsutrygd verður hækkað við 4,5 mió. kr., og at játtanin til Gjald til barsilsskipan verður hækkað við 2,5 mió. kr.