Nýggja sjósavnið

2,5 milliónir kunnu bjarga verkætlanini – 0 kr kunnu beina fyri henni

Sjósavnið ger eina roynd at sannføra løgtingsins fíggjarnevnd um at játta stóru verkætlanini um sjósavn pengar

Nýggja sjósavnið

– Ætlanin um at byggja nýtt, stásiligt sjósavn var fyri stórum bakkasti, tá landsstýriskvinnan í hósdagin í Degi og viku gjørdi greitt, at landið ikki stuðlar ætlanini á fíggjarlógini. Hetta merkir helst, at landið missir 70 mió. Tað tykist ein margháttlig raðfesting.

 

Soleiðis skrivaði Dánial Hoydal, nevndarformaður í Føroya Sjósavni í viðmerking 5. oktober, eftir at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevði kunngjørt, at eingir pengar verða játtaðir til verkætlanina.

 

Dánial Hoydal vísti í viðmerkingini á, at 45 mió longu eru fingnar til vega av savnaðu 113, og at stórur áhugi er frá grunnum og øðrum at stuðla verkætlanini.

 

– Eisini er øll føroyska sjóvinnan við, har nógvar av stóru vinnufyritøkunum hava latið stóran stuðul og givið skrivlig viðmæli, segði hann.

 

Men allir útlendsku grunnarnir vilja tryggja sær, at stuðul er frá landinum, segði hann.

 

Nú roynir Sjósavnið av nýggjum at fáa politikarar á tal og hevur sent eina umsókn um játtan á Løgtingsins fíggjarlóg 2025. Umsóknin sæst í tilfarinum í gerðabókini hjá fíggjarnevndini, har Føroya Sjósavn skrivar soleiðis:

 

Føroya Sjósavn hevur í fleiri ár havt fundir við Føroya landsstýri (AMMR) um íløgustuðul til at byggja nýtt, stásiligt sjósavn í Føroyum – helst mest upplagda savn í okkara sjóvinnutjóð.

 

##med2##

 

Hetta skuldi henda nú, men í seinastu løtu varð tað strikað av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2025, tí landsstýrið vil minka um íløgurnar komandi ár. Vit heita á fíggjarnevndina um at endurskoða hesa avgerð, tí avgerðin kann forkoma allari verkætlanini.

 

Hendan verkætlan er grundleggjandi øðrvísi enn aðrar íløgur, tí hon gevur landinum yvirskot á botnlinjuni skjótt. Umleið 70 mió skulu ætlandi koma frá útlendskum stuðulsveitarum. Tær eru tí ein beinleiðis innspræning í landsbúskapin. Lønarparturin ísbv. verkætlanina einsamallur er eitt stað millum 30-40%, svarandi til 40 mió. Skatturin til landið er 41%, tað vil siga 16,2 mió. beint aftur í landskassan. Var tað ein bara útreiðsla, var tað skilligt, nú landið skal spara, men tá tað er vinningur, kann tað tykjast løgið. Serliga, tá neyðuga játtanin er so lítil.

 

Føroya Sjósavn søkir um 2,5 mió. kr. í 2025 til at seta í verk projekteringina. Tórshavnar Kommuna hevur lovað at játta somu upphædd, um landið er við, so fyrsti partur av projekteringini kann fremjast.

 

##med3##

Til hesa verkætlanina á tilsamans 113 milliónir hava vit longu tilsøgn um 45 milliónir frá Tórshavnar Kommunu, Betri grunninum og Fólkatinginum. Hesar 45 mió. kr. eru tíðaravmarkaðar og treytaðar av at samlaða fíggingin fæst til vega. So um full fígging ikki fæst upp á pláss í 2025, fella játtanirnar burtur. Somuleiðis hava vit havt sera gott samskifti við stórar grunnar uttalands, men hesir seta sum treyt, at landið er við og seta spurnartekin við lokala stuðulin, tá landið vrakar eina so upplagda verkætlan sum hesa.

 

Hetta samsvarar alt ikki við veruleikanum. 6 av størstu sjóvinnufyritøkunum úr øllum landinum stuðla við tilsamans 1,15 mió. kr. Somuleiðis hava vit viðmæli frá týðandi stovnum í Føroyum innan gransking, mentan, ferðavinnu osfr., so undirtøkan í Føroyum er bæði breið og stór.

 

##med4##

Tíðliga á vári 2024 var umsókn send AMMR um fígging til projektering og at verkætlanin verður tikin við í framtíðarætlanir landsins. Tí undrar tað okkum at nýtt Sjósavni ikki er við á løguætlani fyri 2025. Sjálvt ein lítil játtan kann bjarga øllum. Eingin játtan kann forkoma øllum.

 

Vit heita eisini á landsstýrið, at verkætlanin nýtt Føroya Sjósavn verður tikið við í framtíðar fíggjarkarmin 2026-2028.

 

##med7##

 

Stutt frágreiðing um verkætlanina

 

Sjósavnið skal vera ein felagspallur føroyinga til at miðla okkara hav, náttúru og vinnu.

 

Eitt nýtímans sjósavn er upplagt at hava í Føroyum. Danmark hevur 12 sjósøvn (oceanarium og akvarium) meðan einki ordiligt oceanarium er í útnorði (Føroyar, Ísland og Grønland).

 

Okkara verður tað fyrsta, sum fevnir um hesar ómetaligu havvíddir í Norðuratlantshavi og Arktis.

 

Føroyar eru stórt sæð bara hav, og okkara samfelag og vælferð byggir á úrtøku úr havinum. At varðveita og skapa samband við havið hevur alstóran týdning, nú nýmótans samfelagið minkar um sambandið við náttúruna, og alnótin tekur yvir. Vit mugu vita um náttúruna fyri at vera góð við hana og ansa eftir henni.

 

Tætta sambandið við havið og okkara havtengda granskingarstovnar og vinnulív við sínum serligu royndum og vitan, merkir eisini, at vit í samstarvi hava møguleikan at gera eitt heilt serstakt sjósavn.

 

##med8##

 

Sjósavnið verður ein vitanardepil um havið, har vit fáa samband við havið við upplivingum, spæli og undirvísing. Her verður havgransking samansjóðað og framd og okkara sjóborni mentanararvur verður eisini miðlaður og ein partur av upplivingini.

 

Stóra nýggja Sjósavnið verður eitt savningarstað fyri øll, beint við vakra Sandagerð, eitt havsins Norðurlandahús.

 

##med5##

##med6##

 

 

Nýggja sjósavnið

Sjósavn Føroya á Argjum

Heini Hátún, stjóri í Sjósavni Føroya