Herfyri segði borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, at neyðugt verður við nýggjum útstykkingum í Eysturkommunu. - Nøkur fá grundstykki eru tøk í øllum bygdum, men neyðugt verður við nýggjum útstykkingum, og ætlanin er at byrja í Syðrugøtu. Nú er Eysturkommuna komin har til, at tilboð upp á útstykking í Syðrugøtu vórðu latin upp í vikuni. - Fleiri tilboð komu inn. Arbeiðið fevnir um tveir vegir og 25 grundstykkir, men grundstykkini eru ikki útgrivin og planerað, veit Eysturkommuna at siga. |