TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og endursíggj og hoyr ta ógloymandi løtuna, tá Torkil Nielsen úr Sandavági breyt ígjøgnum eysturríksku verjuna, og meddaði bóltin í netið til 1-0 tann 12. september í 1990 í suðursvenska býnum Landskrona.
Áðrenn málið hjá Torkili sæst stóri málmøguleikin hjá Kurt Ross hjá Eysturríki, og fá sekund aftaná koppaði dysturin.
Talan er um brot hjá Sjónvarp Føroya, har Árni Gregersen sigur frá.









