25.248 akfør í Føroyum

Framskrivingar hjá Akstovuni vísa, at tað verða seld 1.650 nýggj akfør í ár. Hetta er ein vøkstur upp á 116 akfør, ella upp á 7,5%

Í fjør vóru seld 1.534 nýggj akfør.
Higartil í ár eru skrásett 284 nýggj prutl. Hetta er sin stóru vøkstur, i mun til í fjør, tá 141 nýggj prutl vóru seld sama tíðarskeiðið.
Slakasta árið, hvat bilasølu viðvíkur var í djúpastu kreppuni í 1994, tá umleið 130 nýggir bilar vóru seldir.