Í 2001 byrjaði Jógvan Nordendal í Bø at keypa seyðaskinn. Tað byrjaði í smáum. Fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltaði og útflutt. Í 2011 varð talið 19.000, og í fjør var talið 25.000 skinn.
Í staðin fyri at lata seyðaskinnini enda í ovninum hjá KOB, Kommunalu Orku-og Brennistøðini á Hjalla ella hjá IRF í Leirvík, hava bøndur og fólk annars, sum eiga og fletta seyð, møguleikan at lata skinnini til Sp/f Oikos, sum Jógvan og sonurin, Sigurd Nordendal úr Bø, eiga.
Í byrjanini vóru tað fleiri, sum royndu seg við at útflyta skinn. Tá heilsufrøðilig krøv seinni vórðu sett til skinnini, sum skuldu útflytast, soleiðis at djóralækni skuldi góðkenna seyðin, sum varð flettur, góvust tey flestu at taka ímóti og útflyta.
Oikos brúkar ein føroyskan djóralækna, sum býr í Danmark. Hon er í Føroyum í umleið ein mánaða, nú fjøllini verða gingin.
Skipanin er tann, at bøndur og ánarar annars ringja og siga frá, nær teir fara á fjall, og so kemur djóralæknin á rættina at kanna seyðin. Oikos hava veitarar kring alt landið, og tí verður eisini farið víða um at kanna seyðin og eftir skinnum, tá flett er.
- Seyðaskinnini verða útflutt til eitt nú Noreg, Týskland, Háland og Póland, og flestu keyparar senda lambsskinnini til Pólands at verða garvaði. Ærskinn verða smeltaði til lím.
Leitað verður alla tíðina eftir nýggjum marknaðum úti í heimi, sum kunnu rinda ein betri prís, tí føroyski útflytarin vil fegin, at veitararnir eisini kunnu fáa meira fyri skinnini.
Sp/f Oikos keypir nøkur garvaði skinn heim aftur úr Pólandi, sum síðan verða seld í Føroyum.
vilmund@sosialurin.fo










