Trýst á pílin undir myndini og hoyr Rúna greiða frá hvussu óstøðuga internetferðin ávirkar gerandisnýtsluna av internetinum.
Seinastu tíðina hevur góðskan á internetinum í Suðuroynni ikki verið av tí besta, og nú eru suðuroyingar farnir undir savna inn undirskriftir at gera vart við støðuna.
Internetsambandið til Suðuroyar hevur verið avmarkað eftir kaðalbrek, sum førdi við sær, at Suðuroyggin í løtuni hevur loftvegis samband. Tað hevur minkað nakað um ferðina á netinum hjá suðuroyingum, hóast teir framvegis rinda fyri hald, ið lovar hægri internetferð.
Ítøkiligar loysnir á trupuleikan tykjast fjarar fyri suðuroyingar, og tískil varð stig tikið til undirskriftainnsavnan fyri at gera myndugleikarnar varugar við ónøgdina hjá suðuroyingum.
Rúni Thomsen, stigtakari til undirskriftainnsavnanina, sigur at tey hava um 240 undirskriftir nú.