24 motorsúklur vitjaðu í Hetlandi

- Onkur rópar okkum MC Eysturoy, men vit hava einki felag. Hetta eru vinfólk, sum tey flestu tó eru limir í Føroya MC, sigur Jan Danielsen, sum saman við konu síni var millum føroysku motorsúklukoyrararnar á ferðini í Hetlandi

Ferðing

Herfyri fóru 31 fólk á tilsamans 24 motorsúklum til Hetlands við Norrønu.
Hetta vóru vinfólk, sum eiga motorsúklur, og plaga tey at koyra ymsastaðni í Føroyum, tá ið veðrið er til vildar í tí betru tíðini av árinum.
Jan Danielsen, sum saman við konu síni var við á hesi ferðini, sigur, at tey fóru hóskvøld við Norrønu og komu heimaftur til Føroyar mánadag.

Vinir
- Onkur rópar okkum MC Eysturoy, men vit hava einki felag. Vit eru vinfólk, og flestu av okkum eru limir í Føroya MC, sum hevur einar 300 limir.
Hann sigur, at tey gistu á Shetlands Hotel í Lerwich og koyrdu víða um í landinum. Eisini vitjaðu tey nakrar oyggjar.
- Hetta var ein fínur túrur ? tann fyrsti av sínum slagi uttanlands hjá okkum motorsúklukoyrarum í Eysturoy.
Jan sigur, at nøkur avboð komu fyri fráferðina úr Føroyum, og tí komu eisini nakrar motorsúklur við aðrastaðni úr landinum.
- Millum motorsúklukoyrararnar vóru tvær kvinnur, men annars høvdu fleiri menn konurnar við, sigur Jan Danielsen.