24 mál í einum dysti

Heidi Løke stóð fyri einum ótrúligum avriki, tá lið hennara, Larvik, í bestu norsku hondbóltsdeildini vann 41-30 á Selbu. Strikuspælarin, sum eisini er á norska landsliðnum, skjeyt ikki færri enn 24 av teimum 41 málunum hjá Larvik, sum er norskt met – fyri bæði kvinnur og menn. Gamla metið átti Heidi Sundal, sum skoraði 21 mál í einum dysti afturi í 1988.