233.000 krónur í bót fyri hesa myndina

Myndin frá filminum ”Larry Crowne”, og sum á norskum kallast ”Det er aldri for sent, Larry Crowne” fekk ikki blíða viðferð av sponsku ferðslumyndugleikunum.

Kunnað varð um romantiska filmin í Spanien við eini mynd, har báðir høvuðsleikararnir, Julia Roberts og Tom Hanks koyra á einum skutara – uttan hjálm.

Hetta hóvaði ikki teim sponsku myndugleikunum, sum góvu eina bót til útleigaran Tripictures uppá 30.000 euro – svarandi til 223.000 føroyskar krónur.

- Tá bótin kom við postinum hildu vit, at hetta var ein skemtisøga, sigur ein ónavngivin kelda hjá Tripictures til netsíðuna Cinemania.

Í Spanien er ólógligt at fremja rá-koyring, tá talan er um lýsingarátøk. Í fjør fekk Shakira eina bót fyri ikki at hava hjálm á høvdinum í sjónbandalagnum ”Loca”.