230.000 krónur til vælgerðandi endamál

Á barnarættardegnum í gjár handaði Kiwanis í Tórshavn 230.000 krónur til vælgerðandi felagsskapir

Teir tríggir felagsskapirnir, Krabbameinsfelagið, Fountain House Grunnurin og Ítróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB, fingu hvør sína peningagávu frá Kiwanis Tórshavn ”fyri teirra stóra og munagóða arbeiði, sum tey gera á hvør sínum týdningarmikla øki”, sum tey í Kiwanis siga.


Krabbameinsfelagið, ið arbeiðir fyri krabbarakt og avvarðandi teirra, fekk handað ein kekk á 100.000 krónur.

Somu upphædd fekk Fountain House Grunnurin, ið arbeiðir fyri at fáa bygt eitt hús til ung fólk við sálarligum trupulleikum, sum kunnu vera í vanda fyri at taka sítt egna lív.

Triðja gávan frá Kiwanis Tórshavn fór til ÍSB, ið arbeiðir fyri best møguligum umstøðum at íðka ítrótt hjá fólki við breki. Hendan gávan er markað til tvær serútgjørdar súkklur, ið kosta umleið 30.000 krónur at útvega.

- Eg havi næstan ikki orð fyri, hvussu takksom vit eru. Hetta er ein viðurkenning av okkara arbeiði, sum í stóran mun verður gjørt av sjálvbodnum, segði Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, tá hon fekk handað kekkin.

Gávan til Krabbameinsfelagið er markað til arbeiðið fyri krabbarakt børn og familjur teirra.

- Vit vita tað, at umstøðurnar á Eirargarði ikki eru serliga góðar til ung fólk við sálarligum trupulleikum. Tí er stórur tørvur á hesum húsinum, segði Mortan Rasmussen, nevndalimur í Fountain House Grunninum.

Tróndur Ravnsfjall, ið er ítróttarráðgevari hjá ÍSB, fegnaðist somuleiðis um gávukekkin til felagsskapin.

- Hetta verður ein góð hjálp hjá fólk við breki, tá tey millum annað fyrireika seg til kappingar uttanlands, sum tey altíð gleða seg so ómetaliga nógv til, segði Tróndur Ravnsfjall.

Á myndini eru tað, frá vinstru, Mortan Rasmussen og Súsanna Winther Poulsen, Fountain House Grunnurin, Anna Maria Østerø og Jansy Gaardlykke, Krabbameinsfelagið og Tróndur Ravnsfjall, ÍSB. Mynd: Hilbert Elisson