230 fiskar eftir fýra tímum

- Tað er ótrúliga nógvur fiskur at fáa nú um dagarnir, sigur Árni Madsen í Kvívík.

Útróður

Kvívík: Mánadagin fóru Árni og ein annar maður ein stuttan túr til útróðrar við fýramannafari sínum Anja.
Teir løgdu frá landi um átta-tíðina á morgni og vóru aftur á middegi. Hesa løtuna høvdu teir fingið ikki færri enn 230 fiskar við snørum sínum.

- Vit plaga at royna við Skælingslíð, har nógvur smáfiskur er í løtuni, sigur Árni.
Seinnapartin mánadagin vóru teir í ferð við at skera fiskin til flak, alt meðan fólk komu saman á havnalagnum, nú nýggi Koltursbáturin skuldi sjósetast.

Hesa løtuna, meðan hátíðarhaldið vardi, løgdu teir sjálvandi arbeiðið niður, men vóru lidnir við flakaskeringina stutt eftir at nýggi báturin hevði verið á sínum fyrsta túri.
Teir vóru eisini á floti seinasta leygardag, og tá fingu teir ikki færri enn 250 fiskar.