BÓKADAGUR
Hesar sagnir kunnu so væl hava sama uppruna sum tær hjá okkum so væl kendu um Sjúrð, sum á Granabaki gjørdi av við drekan.
Sjúrðarkvæðini eru okkara størsti skaldsligi arvur, so dagurin kann valla verða betur valdur, sæð við okkara eygum.
At royna at gera vart við bókina ein serligan dag er ikki nakað nýtt uppfinnilsi ? Tað hevur verið roynt av og á at havt føroyskar bókadagar síðani einaferð í sekstiárunum.
Og UNESCO heldur eisini sum vit, at tað er týdningarmikið at seta fokus á bøkurnar.
Fyrimyndin var ein gamul traditión úr katalonska partinum av Spaniu. Har er siður á Jørundsdegi at geva eina rósu og eina bók til ein, mann er góður við. Rósan ímyndar kærleikan og bókin forstáilsi, tolsemi og samrøðu.
Tað sum hendir í SMS er upplestur úr nýggjum, føroyskum barnabókum. Tað eru tey trý frá barnaløtuni hjá útvarpinum Jonna, Kári og Katrin sum koma at lesa úr nýggjum føroyskum barnabókum.
Tey siga frá søgunum soleiðis:
Klokkan 10.30.11.15 ? Margreta og Mjólkin og Tá ið Findus lítli hvarv
Klokkan 14.00-14.15 ? Ì Geyma og Tá ið Leiku liva
Klokkan 16.00-16.45 ? Geislasteinar og Tsatsiki og mamman
Bókin ?Gita hvussu góður eg eri við teg? verður seld so leingi nøkur er á goymslu fyri einans 10,- kr. Hendan ótrúliga fitta bókin um lítla harungan er seld í metstórum uppløgum úti í heimi.










