Nýggjastu hagtølini yvir føroyskar løntakarar vísir, at tað í apríl í ár vóru 23.879 løntakarar í Føroyum. Hetta eru 264 fleiri enn um somu tíð í fjør, svarandi til ein vøkstur upp á gott og væl eitt prosent.
Tað er serliga innan byggivinnuna, at talan er um vøkstur. Her er talið av løntakarum økt við 228 fólkum seinasta árið – ein vøkstur upp á 7,9%. Fiski-, ali- og ráevnisvinnur hava eina framgongd á 1,3%, meðan privatar tænastuvinnur eru øktar 0,5%. Einasta vinnugreinin, har talan er um afturgongd, er innan almenna fyrisiting og tænastur. Her minkaði starvsfólkatalið við 47 fólkum, svarandi til 0,5%. Almenni geirin er tó framvegis størsti einstaki høvðsbólkurin, og har var talið av lønmóttakarum í apríl 8.913.