2.200 kilometrar at sigla til Ocean Explorer

Hjálpin hjá Ocean Explorer, sum hevur siglt á land í Grønlandi, er sera langt burtur.

Ocean Explorer á Havnini. Skipið sigldi í gjár á land í Eysturgrønlandi

Tað eru 2.200 kilometrar hjá hjálparskipinum, Knud Rasmussen, at sigla. Tað er áleið sama frástøða sum millum Tórshavn í Føroyum og Nuuk í Grønland í beinari linju.

Arktisk Kommando fekk seinnapartin í gjár boðini um, at Ocean Explorer hevði siglt á land. Nærmast hjálp, sjóverjuskipið Knud Rasmussen, var tá 1200 sjómíl burturi, svarandi til góðar 2.200 kilometrar, frá ferðamannaskipinum.

Tað merkir, at Knud Rasmussen í fyrsta lagi kann vera frammi hjá skipinum fríggjadagin. Veðrið kann eisini órógva.

Sambært Arktisk Kommando hevur ferðamannaskipið eftir øllum at døma ikki fingið álvarsligan skaða, sum kann gerast ein vandi fyri umhvørvið.

Tað sigur Brian Jensen, kommandørkapteinur hjá Arktisk Kommando, í tíðindaskrivi.

– Í serligu støðuni halda vit ongan beinleiðis vanda vera fyri mannalívum ella fyri umhvørvinum, sum er gott í sjálvum sær. Vit fylgja sjálvandi støðuni og taka hesa hending í størsta álvara, sigur hann.

Arktisk Kommando hevur vent sær til viðkomandi samstarvsfelagar í økinum fyri at kanna, um aðrar eindir kunnu hava styttri og skjótari veg til skipið, sum hevur tikið botn.

Samstarvið í Arktis merkir, at tað møguliga verður íslendska sjóverjan, sum kemur til hjálpar við at loysa hesa uppgávuna.

Arktisk Kommando hevur eisini verið í sambandi við eitt annað ferðamannaskip, sum er nærindis Ocean Explorer.

Hetta skipið er biðið um at vera verandi í økinum, so tað kann hjálpa, um støðan skuldi versnað.

Bæði Sjálvstýrið, Sjóferðslustýrið og Havarínevndin eru kunnað um hendingina.

/ritzau/

 

 

Ocean Explorer á Havnini. Skipið sigldi í gjár á land í Eysturgrønlandi