Góða gongdin í talinum av ferðandi um Vága Floghavn heldur fram. Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag, skrivar stjórin í felagnum, Jákup Sverri Kass, at tað fram til 1. oktober í 2015 eru 9,8 prosent fleiri ferðafólk, ið hava ferðast um flogvøllin samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
219.918 ferðafólk hava brúkt Vága Floghavn fram til 1. oktober í ár, og er tað góð 20.000 fleiri enn í sama tíðarskeið í fjør, tá 200.314 ferðafólk brúktu flogvøllin.
Hóast sólarmyrkingin fyrr í ár hevur havt sína ávirkan, so eigur hon ikki einsamøll æruna fyri framgongdina, tí í september vaks talið av ferðandi umvegis flogvøllin við 9,6 prosentum samanborið við í fjør.
- Ferðafólk hava tikið sera væl ímóti nýggju umstøðunum, sum hava staði sína roynd í summar. Vegna Vága Floghavn fegnast vit eitt nú um jaliga tíðindastubban hjá Heilafelagnum, sum skrivaði, at tey vóru væl nøgd við umstøðurnar. Vit hava varnast, at umstøðurnar fyri øll ferðandi kunnu gerast enn betur og hesum fara vit at arbeiða meira við í komandi tíðum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Í tíðindaskrivinum boðar felagið eisini frá, at arbeitt verður við einari ætlan sum skal bøta um parkeringsviðurskiftini á flogvøllinum. Eitt nú verður arbeitt við betur skelting og einari ætlan sum skal geva munandi fleiri parkeringspláss á flogvøllinum. Ætlanin er at víðka um parkeringsøki, so at flogvøllurin fer frá at hava eini 380 parkeringspláss til gott 900 parkeringspláss.
- Tað sær eisini út til at ferðafólkini hava tikið sera væl ímóti nýggja handlinum, Duty Free FAE. Tollfría sølan hevur nógv at siga, og er eitt munagott ískoyti til raksturin av flogvøllinum. Tað verið møguligt hjá Vága Floghavn at lækka tænastugjaldi frá 185,- fyri hvønn ferðandi til 165,- Eisini hevur felagið lati Atlantic Airways stórar avsláttrar uppá gjøld til tær nýggju leiðirnar til Edinburgh, Mallorca og Barcelona; umframt serligan eyka avsláttur uppá fleiri fráferðir til Bergen og Reykjavík í 2016, sigur stjórin.