21 av teimum 34 arbeiðsmonnunum, sum hava verið innistongdir í einum námi í Ukraina, eru bjargaðir. Leitað verður eftir hinum 13 Teir 34 menninir hava verið innistongdir í náminum síðani eina gassspreinging í gjár. Í dag boðaðu myndugleikarnir frá, at 21 menn eru bjargaðir upp úr náminum á lívi, og at leitað verður eftir hinum 13.
Ein talsmaður hjá myndugleikunum sigur, at bjargingarmenn hava verið 625 metrar niðri í náminum, men at teir noyddust at venda aftur, tí gongin var rapað. Tað skilst, at bjargingarmenninir hoyrdu teir innistongdu menninar, sum eftir øllum at døma eru einar 700 metrar niðri í náminum.
Kolanámið, sum er nærhendis býnum Donetsk, er frá 1858 og eitt tað elsta í Ukraina.