21 miljónir krónur í avlopi

Føroya Banki metir, at búskaparútlitini fyri Føroyar eru góð, og at vit kunnu rokna við einum búskaparvøkstri í ár upp á eini 5% Nú hálvársroknskapurin hjá Føroya Banka er almannakunngjørdur í dag, sigur bankin, at grundraksturin hjá bankanum er nógv batnaður fyrra hálvár í 2008.

- Fyri skatt, kursjavnan og burturleggingar vóru inntøkur bankans 83 miljónir krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 69 miljónir krónur sama tíðarskeið í 2007. Eftir skatt, kursjavnan og burturleggingar er hálvársúrslitið soleiðis 21 miljónir krónur í ár samanborið við 84 miljónir krónur sama tíðarskeið í fjør.

Føroya Banki sigur, at nettorentuinntøkurnar eru øktar úr 133 miljónum krónum fyrra hálvár í 2007 upp í 161 miljónir krónur fyrra hálvár í 2008. Solvensurin er 18,2%, ið er meira enn tvífalt so nógv sum minstakravið. Gjaldføri bankans er eisini gott, 79 prosent yvir minstakravið.

Føroya Banki ásannar kortini, at hóast betri grundrakstur, er avlopið fyrra hálvár í 2008 ikki eins stórt og fyrra hálvár í 2007.

- Hetta kemst í høvuðsheitum av einum kurstapi á 39 miljónir krónur upp á virðisbrøv fyrra hálvár í ár samanborið við ein kursvinning á 11 miljónir krónur sama tíðarskeið fjør. Eisini hevur bankin burturlagt 18 miljónir krónur í ár, meðan talan var um eina afturføring somu tíð í fjør upp á 22 miljónir krónur.

Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, sigur, at tey eru væl nøgd við, at bankin fyrra hálvár í ár hevur megnað at hava eitt gott avlop ? og at hildið er fast um útlitini fyri árið annars.

- Búskaparútlitini fyri Føroyar eru góð, og vit kunnu rokna við einum búskaparvøkstri í ár upp á eini 5%.